Avsnitt
-
Evnini í sendingini snúgva seg um, at jól eru í hondum. Vit eru gongutúr saman við 75 ára gomlum manni í Havn, ið brádliga gjørdist heimleysur. Herbergið varð bjargingin.
Í Stóru Dímun er nógv at fáa til høldar fyri jól. Vit vitja oynna, meðan seinastu krovini fara av oynni og seinasta grønmetið verður tikið upp og hagreitt.
Franciskanarsystrarnar koma ikki í jólahýr fyrr enn einar tveir dagar fyri jól, tí í adventini bíða tær eftir at Jesusbarnið verður borið í heim. Og fimta árið á rað hevur Sigrið Sivertsen skipað fyri stórari stuðulskonsert. -
Meðan bygdirnar og flestu býirnir kring grønlendsku strendurnar minka, stendur Nuuk, eins og Tórshavn, í stórum vøkstri. Landafrøðiliga er tó stórur munur á.
Fólkaríkasta kommunan í Grønlandi við umleið 23.000 íbúgvum, har av umleið 18.000 í sjálvum høvuðsstaðnum, er á stødd við Frakland. -
Saknas det avsnitt?
-
Í tí talgilda meldrinum, sum menniskjan hevur skapt, er ongin hvíld. Fartelefonir, teldlar og teldur hava kollvelt okkara tilveru og broytt okkara samveru.
Uppaling, skúlaskapur og arbeiðslív eru ikki, sum tey vóru, og mong vita ikki, um tey skulu hálova gongdini ella óttast hana. Í sendingini verður ljós varpað á talgildu tøknina sum vin og fígginda.
Meðan fleiri ávara ímóti ótálmaðari skíggjanýtslu, halda onnur, at børn og ung mugu búgvast til eina tøkniliga framtíð - eisini í fólkaskúlanum.
Lagt til rættis: Uni Arge. Filmað og klipt: Jógvan Eli Dam. -
Seinni partur um stórfingnu flaggsiglingina í Danmark í summar fer fram í Helsingør og í Keypmannahavn, har nógv varð gjørt burtur úr Merkinum sunnudagin 2. juni. Tá vóru júst hundrað ár síðani Merkið fyrstu ferð varð víst fram alment á Regensen.
Í tveimum sjónvarpssendingum uppliva vit Flaggsigling 2019, har sjey føroysk træskip vóru við. Tórður Mikkelsen og fotografurin Jakob Jørgensen vóru við fyri Kringvarpið. -
2. juni í ár vóru 100 ár síðani Merkið fyrstu ferð varð borið fram alment, og tað var millum ungar føroyingar í Danmark.
Skipini vóru tey fyrstu at taka Merkið til sín og slóða fyri, og tí vóru sjey gomul træskip við manning í Danmark í summar og vitjaðu í fleiri donskum býum.
Tórður Mikkelsen og fotografurin Jakob Jørgensen vóru við fyri Kringvarpið. Í tveimum sjónvarpssendingum fara vit at uppliva Flaggsigling 2019. -
Fyri fjøruti árum síðani gjørdist hann víðagitin sum sangari í bólkinum Boomtown Rats.
-
Ein sending við stuttfilmum og samrøðu um menningarórógvið, autismu.
-
Hvørji mál hevur Hallur sett sær sum spælari, og hvat krevur tað? Bæði sum ítróttarfólk og ikki minst sum menniskja? Eisini eru teir báðir, Hallur og Tróndur, afturlítandi og tosa um stórar løtur á føroyska A-landsliðnum í fótbólti.
Lagt til rættis: Tróndur Vatnhamar. -
- kapping í klassiskum tónleiki fyri ung.
Til ber at síggja alla handanina, við at trýsta HER -
20 ára gamla Helena Joensen spælir klaver og er ein av mongu luttakarunum til tónleikakappingina Stella Polaris. Stella Polaris er ein tónleika kapping fyri ungar klassiskar tónleikarar, har høvuðsvinningurin er 20.000 krónur.
Dagarnar áðrenn kappingina stendur serliga nógv á hjá Helenu, tí nú skal venjast enn harðari. Tó er Helena ikki einsamøll um hørðu venjingina. Unnuasti hennara, Andrias Blaasvær, sum spælir violin, er eisini ein av luttakarunum til kappingina. -
Happing er ein menniskjalig frumdrift, sum kemur av tí, at vit eru bólkadjór, og ein tann størsta ræðslan vit hava, er at vera koyrd úr bólkinum, nakað soleiðis sigur sálarfrøðingurin Tóra Petersen.
Í sendingini hitta vit tvey fólk, sum hava verið fyri ógvusligari happing í fólkaskúlanum. Tey greiða frá, hvussu hart tað var at vera happað, og hvussu tey hóast happingina komu fyri seg sum vaksin og lærdu at liva við teimum sárum, tey hava fingið í sálina, tí vekk fer tað aldri, sigur Rannvá Álaberg, ið er annað av happiofrunum. -
- føroysk sending
-
Í sambandi við 80 ára føðingardagin hjá Eyðuni Johannessen, leygardagin 26. apríl, endursenda vit sendingina "Játtanarsøgur leikstjórans".
Ein eldri leikstjóri kemur aftur til heimbýin at seta upp leikin "Meðan vit bíða eftir Godot" eftir Samuel Beckett.
Í steðgunum millum venjingarnar saman við leikarunum á tjóðpallinum í Havn, lítur Eyðun Johannessen aftur á lívið sum leikstjóri.
Vit hoyra um avbjóðingarnar og um trongdina til at vera einsamallur, og vit fáa eina mynd av fjakkandi lívinum sum leikstjóri í Norðurlondum. -
Sending við seks stuttfilmum framleiddir av føroyskum filmsfólki. Lagt til rættis: Elin Mirjamsdóttir.
-
Sending við seks stuttfilmum framleiddir av føroyskum filmsfólki. Lagt til rættis: Elin Mirjamsdóttir.
-
Fyrst í desember finnur Jóanes Andreasen sær jólamansklæðini fram.
-
Seinastu árini er tað vorðið meira og meira vanligt, at fólk ganga og klatra í fjøllunum. Samstundis sum talið á fólkum í haganum veksur, økist vandin fyri, at óhapp og vanlukkur kunnu henda eisini. Teir dagar, tá tyrla ella bátur ikki kunnu koma fram á vanlukkustaðið, verða boð send eftir fjallabjargarunum.
Vit eru við til árligu venjingina hjá fjallabjargarunum.
-
Tummas Jákup Thomsen hevur verið bundin av rúsdrekka í nógv ár og hevur livað eitt hart lív sum heimleysur í Danmark og Føroyum. Nú er hann farin í rúsdrekkaviðgerð og hevur megnað at hildið seg edrúan í næstan eitt ár.
-
Svend Højgaard og Jensina Olsen noyddust at hála stikkið út í fleiri mánaðar fyri at vinna á máttloysi og ráðaloysi og finna fótafestið aftur.
Dagmar Joensen-Næs legði til rættis, og Hallur Thomsen filmaði og klipti. - Visa fler