Avsnitt
-
Aftur í dag er evnið tann lítla oyggin uttan fast ferðasamband. Har fýra festi vóru í gamlar dagar. So blivu tey tvey, síðani eitt, og nú er tað Tjóðsavnið, sum hevur ábyrgdina av oynni og hevur fyristøðufólk á staðnum. Teir eru tveir sum skiftast og teir verða eisini róptir oyggjavørðar.
Granskarar skulu finna út av hvussu Koltur og alt livandi í oynni uppførir seg, ikki minst uttan seyðabit. Tjóðsavnið sigur, at oyggin skal vera dragandi fyri granskarar, samstundis sum ferðafólk og skúlabørn skulu sleppa at uppliva hesa serligu oyggj, ið longu nú er tann mest granskaða og best lýsta oyggin í Føroyum. Seinastu trý árini hava tey funnið nógvar nýggjar plantur og nýggj ryggleys dýr í Koltri. "Í framtíðini verða lærubøkurnar skrivaðar út frá hesum", sigur Janus Hansen, sum hevur ábyrgdina av lívfrøðiliga arbeiðnum í Koltri.
Útvarpsreportarin var í Koltri saman við fólki frá Tjóðsavninum 11. september, og í hesum triðja og seinasta partinum av túrinum í Koltri hoyra vit hvussu Tjóðsavnið fer at brúka oynna og um teir ymisku tættirnar í Koltursverkætlanini. Eisini hvat skal byggjast í verkætlanini.
Tey, sum eru við í hesum triðja partinum í Koltri, eru: Herleif Hammer, stjóri í Tjóðsavninum, Jóhannus Hansen, oyggjavørður, Inga Katrin Winther, arkitektur, Janus Hansen, lívfrøðingur, Kristina Djurhuus Christiansen, savnsvørður á fólkalívsdeildini á Tjóðsavninum, og Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur. -
Sjúrður Joensen, vanliga nevndur Sjúrður í Koltri, greiðir m.a. frá barnaárunum í Koltri og broytingunum sum hendu, tá festið fór úr familjuni.
Koltur var frá gamlari tíð eitt liviligt pláss, og ofta komu børn aðra staðni frá út í Koltur at ferðast. "Hetta var serliga áðrenn mína tíð og summi av hesum børnum vusku upp her úti. Tað var ein traditión", sigur Sjúrður.
Frá gamlari tíð vóru fýra festi í oynni. Síðani fór tað niður í tvey. Seinastu mongu árini hevur eitt festi verið og nú er tað Tjóðsavnið, sum hevur ábyrgdina av oynni og hevur fyristøðufólk á staðnum. Tjóðsavnið hevur eina stóra Koltursverkætlan, sum vit fara at hoyra meira um í seinasta parti.
Í dag greiðir annar av fyristøðumonnunum í oynni, Dánjal Egilstoft, frá hvussu tað er at koma nýggjur út higar, og Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur, og Kristina Djurhuus Christiansen, savnsvørður á Tjóðsavninum, greiða frá kornvelringini í Koltri. Tær eru komnar út at skera akurin. -
Saknas det avsnitt?
-
Í hesum partinum greiðir Sjúrður Joensen, eisini róptur Sjúrður í Koltri, frá ymiskum viðurskiftum í ættarbygdini, sum uttan iva er landnámsbygd.
-Koltur hevur verið eitt liviligt pláss. Umframt tað sum oyggin sjálv gav, er stutt til fiskimiðini. Í oynni hava búð upp í 50 fólk, sigur Sjúrður.Nógv fólk aðra staðni frá er komið út í Koltur at vera.
Men tey, sum hava búleikast í Koltri, hava eisini veruliga upplivað sterkar náttúrukreftir, tí nakrar ferðir hevur brimið vestanífrá brotið upp um oynna.
Frá gamlari tíð vóru fýra festi í oynni. Síðani fór tað niður í tvey festi. Seinastu árini hevur eitt festi verið, og nú er tað Tjóðsavnið, sum hevur ábyrgdina av oynni og hevur fyristøðufólk á staðnum. Tjóðsavnið hevur eina stóra Koltursætlan, sum vit fara at hoyra um í næstu sending úr Koltri.
-
Systkini Myrtley Helgason og Jens Pétursson, sum eru ættað av Nesi í Vági, eru nú 100 og 102 ára gomul og trívast væl í hvør sínari eldraíbúð á Vidatorgi í Reykjavík.Har búgva tey hurð um hurð. Bæði hava búð í Íslandi síðani fjørutiárini. Upprunaliga eftirnavnið hjá teimum er Splidt.
Myrtley spælir bingo tá útvarpsverturin kemur á Vidatorg at hitta systkini. Fríggjadagur er og bingospæl er har hvønn fríggjadag og tá er Myrtley fastur fúsur. Vidatorg mitt í Reykjavík er fleiri blokkar við íbúðum fyri eldri fólk,sum skulu klára seg sjálvi og her eru nógvir ymiskir aktivitetir fyri tey eldru, sum búgva her og í økinum uttanum.
Beiggin Jens Pétursson fór til Íslads undir seinna heimsbardaga og búði tey fyrstu árini á Akureyri. Seinni flutti hann til Reykjavíkar saman við familjuni. Konan Maja var úr Hovi og hon andaðist í 2007. Tey eiga fýra børn. Dóttirin býr í Íslandi og teir tríggir synirnir búgva allir í Føroyum. Ein býr í Hovi og hinir báðir á Tvøroyri. Jens er væl kendur í sambandi við Sjómansheimið Ørkina, har hann hevur verið stýrisformaður og stýrislimur, og Myrtley fyri arbeiðið í Sjómanskvinnuringinum.
Myrtley, sum fylti 100 ár 15. august, kom til Reykjavíkar í 1947. Tá vóru boð eftir føroyingum at koma til Íslands at arbeiða. Í 1962 giftist hon við Thorstein Helgason av Ísafirði, vanliga róptur Steine. Hann doyði í 2011. Tey eiga eina dóttir og hon býr í Danmark, og eftirkomararnir hjá henni búgva í Danmark og Svøríki.
Summi í blokkinum eiga íbúðina og onnur leiga. Myrtley leigar og tað heldur hon er ein stórur fyrimunur, tí tá kann hon bara ringja eftir fólki um okkurt er galið.
Systkini hava gott at bregða til. Mamman, Andrea Splidt á Nesi í Vági, bleiv 101 ár, og ein systir hennara bleiv eisini 100 ár.
-Tað er ikki høvuðssakin hvussu leingi man livir, men hvussu man livir, staðfestir 102 ára gamli Jens Pétursson. -
Tey á Eydnufestivalinum eru øll væl nøgd við tiltakið, sum Verkhúsið Stíggjur í Saltangará skipar fyri.
Tey, sum vit hitta í sendingini, eru: Atli Petersen, Hildur Joensen, Petur Hans Hansen, Vivian Midjord, Finnbogi Berg, Sjúrður Húsgarð, Eli Olsen, Tove Hjørleifsdóttir, Unn Mortensen, Anita Danielsen, Hallur Joensen, Daniel Joensen, Joan Olsen, maregit Petersen, Súsanna Petersen, Árni Andreasen, Ruborg Haraldsen, Tóra við Keldu, Sharon Sivertsen, Johan Hansen, Joanna Jarnskor Poulsen, Bergljott Jarnskor Poulsen, Steintór Rasmussen og Elin Løkin. -
Fornu húsatoftirnar á Trøðrni í Húsálíð á vestursíðuni av Kalsoynni tala sítt egna mál. Tað hava tey á Húsum altíð vitað, men hetta var ókent fyri tey á Tjóðsavninum, sum skráseta fornar toftir.
Tá útvarpsverturin fekk avtalu við húsamannin Andrass Joensen og fornfrøðingin Ann Sølviu Selmarsdóttir Pukrhús um at vitja á Trøðni fyri at hyggja eftir umstøðunum, bar ikki til at ganga av Húsum og upp um Húsaeið og vesturum, tí tað loyvdu knøini hjá Andrassi ikki. Tí setti útvarpsmaðurin seg í samband við tyrlutænastuna hjá Atlantic Airways, og tað var leyst og liðugt beinanvegin. Tyrlan fleyg tey millum túrarnar á staðið.
Bæði Ann Sølvia og Andrass søgdu seg fáa nógv burtur úr og nú eru ókendu toftirnar á Trøðni í Húsalíð skrásettar. Ann Sølvia ætlar sær at gera meira við málið, og Andrass vónar at hann hevur bjargað hesum fornminninum í Húsa søgu. -
Manningin er stór nú farið verður út í Gáshólm eftir teimum 15 veðrunum, sum vórðu sleptir út í hólmin í vár. Spenningurin er stórur hvussu seyðurin er fyri, tí tað hevur ikki eydnast at koma út eftir ólavsøku at royta og geva heilivág sum vanligt plagar at vera.
.
Í Gáshólm, sum er uttanfyri Tindhólm, koma nærum bara teir sørvingar, ið hava seyð gangandi har um summarið. Har eru 16 frælsi og í ár hava 15 veðrar gingið har úti. Sjálvt um nógv ferðavinna er í økinum, koma ferðafólk ikki í Gáshólm, tí har er torført at koma upp.
Úti í hólminum verður ein søgulig mynd tikin. 83 ára gamli Jørleif Ole-Jacobsen er við úti í hólminum og har verður mynd tikin av honum saman við soni, abbasoni og langabbasoni. Tey hildu, at tað man vera fyrstu ferð at fýra ættarlið hava verið saman úti í Gáshólmi.
Annars eru tey, sum tosað verður við í sendingini: Tórhallur Halgaklett, Høgni Nielsen, Lý Dánjalsdóttir, Malan Maria í Haraldstovu Weihe, Ragnar í Haraldstovu, Jørleif Ole-Jacobsen, Brandur Sigurdsson Nielsen, Sigurd Nielsen, Jóhannes Henriksen og Jógvan Heinesen. -
83 ára gamli trøllanesmaðurin Helgi Wolles, sum í ein mansaldur røktaði hagapartin úr Djúpadali og norðureftir, greiðir á hesum gongutúrinum frá ymiskum viðurskiftum í norðara parti av gomlu bygdagøtuni millum Mikladal og Trøllanes.
Báðar bygdirnar eiga stóra dalin, Djúpadal, sum er miðskeiðis milum bygdirnar. Síðani Trøllanestunnilin eisini kom út í Djúpadali, hevur tað verið sum eitt spæl aftur ímóti fyrr at røkja seyðahaldið í Djúpadali, greiðir Markus frá.
-
Mikladalsmaðurin Markus í Norðnástovu er við okkum og greiðir frá á aldargomlu bygdagøtuni millum Mikladal og Trøllanes, sum fyrr var høvuðsfarleiðin millum bygdirnar. Í hesum fyrra partinum verður gingið til Djúpadals.
Báðar bygdirnar eiga stóra dalin, Djúpadal, sum er miðskeiðis milum bygdirnar. Síðani Trøllanestunnilin eisini kom út í Djúpadali, hevur tað verið sum eitt spæl aftur ímóti fyrr at røkja seyðahaldið í Djúpadali, greiðir Markus frá.
Á túrinum norður í Djúpadal hitta vit eisini Rana Nolsøe, sum í henda dagin er ferðaleiðari fyri ungdómum úr ymsum londum. -
Tríggir toftamenn ætla nú at grava tær gomlu skotgravirnar hjá bretum frá øðrum verðaldarbardaga fram aftur. Tær vóru partur av verjuni av Skálafjørðinum
-
Tey, sum tosað verður við á hesum túri, eru: Símin Johansen, Gerhard Jónsson Mikkelsen, Jákup Reinert Hansen, Bárður Dam í Baianstovu, Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, Jóannes Purkhús, Jógvan Fríðriksson, Hanus Pál Jógvansson og Maria Jørðdal Niclasen
-
-Eiði hevur verið ein góð bygd av vaksið upp í, bæði fyri okkum systkini og míni børn, sigur Astrid Joensen, sum í dag fyllir 101 ár og býr á Korndalsbýlinum í heimbygdini.
Í sendingini greiðir hon frá ymiskum úr sínum drúgva lívi. -
Tey, sum tosað verður við á túrinum niðan í Skálhøvda, eru: Tróndur av Trøð Trondesen, Mass Hoydal, Marjun Svartafoss, Lív Reynheim og Sabina Widenqvist
-
Tey, sum eru við í hesum seinna partinum av túrinum í Húsavík, eru: Eyðstein Ólason, Mary-Ann Anthoniussen, Basa Hansen, Tórun Magnussen og Kristina á Reynatúgvu.
-
Tey, sum eru við í hesum fyrra partinum av túrinum í Húsavík, eru Eyðstein Ólason, Kristrunn Petersen, Max Petersen, David Wilhelmson, Tummas Pauli Olsen, Miriam Fossdalsá, Kári Sørensen
-
Tey, sum eru við á túrinum á Sevmýri, eru: Mortan Vang, Oddbjørg Øster, Anton Øster, Kriss Jan Michelsen, Andrea Sørensen, Páll Sørensen, Julia Sørensen, Petur Hammer, Jóan Pauli og Ása Ludvig.
-
91 ára gamli Petur Jacob Sigvardsen hevur í sínum mongu bókum væl og virðiliga lýst heimbygdina Gjógv og lívið har. Høvuðsverkið hjá honum eru tær fimm bøkurnar "Torvið í Føroyum". Við tilsamans 2.000 blaðsíðum lýsir hann torvmentanina í Føroyum.
Hann hevur skrivað um so mong evni, men vit kunnu nevna bøkurnar "Hin heimurin" - um yvirnátúrlig fyribrigdi, sum nógv fólk kring landið hava upplivað, og hann hevur givið tríggjar bøkur út undir heitinum "Mær er sagt um ein stað" við sálmum og sangum. Har eru tilsamans 402 sálmar og sangir, 252 sum hann sjálvur hevur yrkt og 150 týddir. -
Vit eru við kórinum Sangfuglum, sum er stovnað fyri minnisveik fólk, á Sandi, har tey syngja fyri teimum eldru í Tilhaldinum. Í kórinum eru eisini nøkur avvarðandi og nøkur starvsfólk á stovnum hjá Almannaverkinum, har tey minnisveiku búgva ella eru í dagtilhaldi.
Demenskórið Sangfuglar hevur nú seks ár á baki. Tey venja einaferð um mánaðin í Vesturkirkjuni og eru úti og syngja fyri fólki einar 12 ferðir um árið. Tey hava m.a. sungið á flestu røktarheimum og eldrasambýlum. -
Stóra kvinnutiltakið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði sjálvan kvinnudagin var aftur í ár og har umrøddu kvinnur við ymsum sjónarmiðum aktuell evni. Onnur evni í hesum túrinum eru spennandi framsýninguará Tjóðsavninum í Hoyvík, stórt tiltak í Havnar kirkju við evninum "Kirkjan og kvinnurnar" og samrøða um seinastu gandakellingina í Føroyum,
Høvuðsevnini í Fuglafirði vóru spurningurin um fría fosturtøku eftir at bókin "Abort - grundgevingar fyri rættinum at velja sjálv" júst er komin út, og stóri spurningurin er hvat vit gera, nú framrokningar meta at tað um fá ár fara at mangla 1.500 fólk umsorganarøkinum, t.v.s. á heilsuøkinum, barnaansingini og eldraøkinum. Ein niðurstøða var, at betri javnstøða á arbeiðsmarknaðinum kann hjálpa.
Kvinnurnar, sum vit hoyra á hesum túrinum, eru: Sólrun Michelsen, Birita Matras Petersen, Katla Heðinsdóttir, Rannvá Winkler, Margretha Nónklett, Steintóra G. Joensen, Armgarð Arge, Lillian Jacobsen, Leila Hansen, Nicolina Højgaard, Rønn Eliasen, Elisa Vang, Óluva í Gong, Hansa Hansen, Rósa Tyril Gaardlykke, Beata Reinert Hansen og Kristina Gry Berg. -
Tey, sum vit hoyra á túrinum á Breiðabliki, eru: Hjørdis Jentoftsdóttir Thomsen, Thomas B. Thomsen, Frida Kunoy, Liss Jacobsen, Jonna á Sondum Eystbú, Bergur Godtfred, Anna Eystberg Hofgaard, Emil Nielsen, Steffan Kunoy og Anna Eiriksdóttir
- Visa fler